Eingin forðing fyri, at útlendingar festa

Eingin forðing fyri, at útlendingar festa
Einki í landbúnaðarlóggávuni forðar útlendingum í at festa í Føroyum
 
09.04.2021 - 06:26

Bara teir halda treytirnar, millum annað um at búgva í Føroyum, í somu oyggj sum festið er. Men tað er eingin treyt, at tann, sum tekur við festi, skal vera føroyingur.

Tað hevur Rættarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá landsstýrinum. Nevndin viðger eitt uppskot hjá Tjóðveldi um útlendingar og fastogn í Føroyum.

Endamálið við uppskotinum er at forða útlendingum, sum ikki búgva her, í at keypa millum annað hús í Føroyum. Eitt uppskot um júst tað sama er á veg úr landsstýrinum. Tað er til hoyringar til 23. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155