- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra milliónir millum tilboðini
Fýra milliónir millum tilboðini
Fimm byggifyritøkur vilja byggja nýggju vøggustovuna í Sørvági
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sorvagur1_2.jpg?itok=2jNLbLaQ)
08.04.2021 - 05:13
Øll boðini vóru lægri enn kostnaðarmetingin, sigur Sørvágs kommuna. Fyritøkan Westtech, sum hevur staðið fyri útbjóðingini, metti at vøggustovan fór at kosta umleið 19,7 milliónir krónur.
Tað er 4,2 milliónir krónur hægri enn lægsta boðið, sum Articon átti. Tað var 15,5 milliónir krónur.
Tað er eisini væl lægri enn næstlægsta boð, sum Atllantic Byggin átti. Tað var 18,2 milliónir krónur. J&K Petersen átti hægsta boðið, ið var 19,5 milliónir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV