- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldgosið á Reykjanesi veksur í styrki

Tað siga granskarar við lærda háskúlan í Íslandi, sum fyrr í vikuni gjørdu nýggjar kanningar av eldgosinum í Geldingardali á Reykjanesi.
Mánadagin, annan páskadag, komu tvær nýggjar rivur, og onnur teirra framleiðir 7 rúm-metrar av gosbræðing um sekundið.
Eldgosið fór at goysa 19. mars eftir fleiri harðar jarðskjálvtar, sum merktust á suður- og vesturlandinum.
Kanningar vísa, at evnafrøðiliga samansetingin í gosbræðingini er hin sama. Mátingarnar vísa, at bræðingin kemur frá einum djúpum grótbræðingar-lumma, sum helst liggur á markium millum jarðarskorpu og ryggin undir Reykjanesi.
Magma frá so djúpari keldu er ikki komin upp á Íslendska jørð í umleið 7.000 til 8.000 ár.