- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marjun leggur frá sær
Marjun leggur frá sær
Gevst eftir 25 ár í sessinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/marjun.png?itok=I3nxjyyu)
07.04.2021 - 10:47
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, leggur frá sær í summar.
Sostatt skal eitt nýtt fólk finnast til hægsta embætið í føroysku fyrisitingini.
Marjun Hanusardóttir hevur boðað løgmanni frá, at hon formliga gevst í starvinum tann 1.august 2021, skrivar Løgmansskrivstovan í fráboðan.
Marjun Hanusardóttir fylti fyrr í ár 67 ár, og í summar hevur hon røkt starvið sum løgmansstjóri í 25 ár.
Í næstum verður farið undir tilgongdina at seta nýggjan løgmansstjóra.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV