- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bergholið til Fámjins seinkað
Avbjóðingar vóru við linjuføringini, og tí bergholið til Fámjins seinkað. Ætlanin var at bjóða út arbeiðið fyri summarfrítíðina og byrja arbeiðið seinni í ár.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Bjarna Hammer, løgtingsmanni, sum spurdi, hvar verklagslógin um Fámjinstunnilin blívur av.
Avbjóðingar við jarðfrøðini
Landsstýrismaðurin svarar, at orsøkin til seinkingina er, at avbjóðingar hava verið við jarðfrøðini í sambandi við at finna røttu linjuføringina. Linjuføringin er nú funnin og í løtuni verður arbeitt við at projektera tunnilin.
Í fjallinum, har tunnilin skal borast, liggja 40 metrar høgar fláir frá ístíðini, sum síggja út til at vera vanligt grót, men sum er leyst tilfar at bora og grava í.
Landsverk hevur arbeitt tætt saman við Jarðfeingi fyri at finna bestu og tryggastu loysnina. Bergholið skal tó væntandi tryggjast betur enn vanligt er fyri slík berghol, sigur Jørgen Niclasen.