- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlanæmingar til skips við slupp
Skúlanæmingar til skips við slupp
Aftur í ár stendur sættu flokkunum í fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu í boði at sleppa út at fiska við sluppini Westward Ho
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/westward_ho_tn54.jpg?itok=d7i8am8d)
Kl.07.45 mikudagin 25.august fer Westward Ho fyrsta túrin við skúlanæmingum.
02.04.2021 - 10:05
Aftur í ár stendur sættu flokkunum í fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu í boði at sleppa út at fiska við sluppini Westward Ho.
Eins og undanfarin ár er tilboðið í ár skipað sum ein fiskikapping, sum samstundis gevur lærarum tilfar til lærugreinirnar heimkunnleiki og náttúra og tøkni.
Túrarnir í ár vera frá 25. august til 7. september, 20 túrar, ein fyrrapart og ein seinnapart hvønn dag. Túrarnir vara fýra tímar og eitt korter.
Foreldur, ommur og abbar eru vælkomin við, skrivar heimasíðan torshavn.fo
Fiskitúrurin kostar 1.000 krónur fyri hvønn flokk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV