- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv færri koyrdu undir Vestmannasundi í fjør
Nógv færri koyrdu undir Vestmannasundi í fjør
Korona sæst aftur í hagtølunum hjá Vágatunlinum fyri 2020, tá ferðslan minkaði nógv
02.04.2021 - 14:37
Korona sæst aftur í hagtølunum hjá Vágatunlinum fyri 2020, tá ferðslan minkaði nógv.
Í fjør koyrdu tilsamans 784.674 bilar ígjøgnum Vágatunlinum, og so lítil ferðsla hevur ikki verið í tunlinum í fimm ár.
Í 2016 koyrdu 746.070 bilar ígjøgnum tunnilin, og árini eftir tað vaks talið støðugt ár um ár.
Í 2019 koyrdu 952.300 bilar ígjøgnum Vágatunnilin.
Í prosentum svarar minkingin í fjør til umleið 18 prosent í mun til 2019, vísa hagtøl hjá Tunnilsfelagnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV