Søkja eftir fólki at vinda flaggið á stong

Søkja eftir fólki at vinda flaggið á stong
Tvær flaggstengur eru í Tinganesi, og á nesinum verður flaggað hvønn dag í árinum
Birgar Johannesen, sáli, hevði í mong ár til arbeiðis at vinda flaggið á stong í Tinganesi. Nú verður starvið lýst leyst
Mynd: VP.fo  
 
31.03.2021 - 09:02

Løgmansskrivstovan søkir nú eftir fólki, sum vil vinda flaggið í Tinganesi á stong hvønn dag í árinum.

Í Tinganesi eru tvær flaggstengur, flaggstongin á sjálvum nesinum og flaggstongin á Bakkapakkhúsinum.

Á nesinum verður flaggað hvønn ársins dag.

Byrja 1. mai

Á Bakkapakkhúsinum verður flaggað minst 18 ferðir við Merkinum og átta ferðir við hinum norðurlendsku fløggunum.

Fyritøkur og einstaklingar kunnu bjóða. Tann, sum bjóðar, skal kunna byrja 1. mai í ár.

Freistin at koma við tilboði er 15. apríl klokkan 13:00.

Tann, sum hevur lægsta boð, fær svar fyri klokkan 18:00 sama dagin, altso 15. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155