Magnus Heinason er lagdur

Magnus Heinason er lagdur
Magnus Heinason, sum er bygdur í 1978, var havrannsóknarskip í 40 ár
Magnus Heinason hevur verið havrannsóknarskip í 40 ár. Nú er hann lagdur
 
31.03.2021 - 09:23

Magnus Heinason er nú lagdur. Hann liggur í Vestmanna. Og har verður hann liggjandi, til landsstýrið hevur gjørt av, hvat skal henda við honum. Um hann verður seldur sum gamalt jarn, verður søktur til kavarar at brúka, ella fer til okkurt heilt annað.

Magnus Heinason, sum er bygdur í 1978, var havrannsóknarskip í 40 ár. Dánjal Jákup Lydersen hevur verið skipari øll hesi 40 árini, frá fyrsta túrinum í 1981. 

Í februar og mars samtrolaði Magnus Heinason við Jákupi Sverra á yvirlitstrolingum á landgrunninum.

Síðani gjørdi hann yvirlitstrolingar á Føroyabanka, áðrenn hann kom inn av sínum seinasta túri fyri einari viku síðani. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155