![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/hanna_vang-2.jpg?itok=PP4gDqub)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur seinasta arbeiðsdag í dag
Hevur seinasta arbeiðsdag í dag
Sólja í Ólavsstovu hevur verið Løgtingsins umboðsmaður síðani 2006
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-12-07-14h41m17s953.png?itok=AZQudZP3)
Sólja í Ólavsstovu hevur seinasta arbeiðsdag sum Løgtingsins umboðsmaður í dag. Hon hevur sitið í starvinum síðani 2006
31.03.2021 - 10:05
Í dag er seinasti dagur hjá Sólju í Ólavsstovu sum Løgtingsins umboðsmaður.
Hanna Vang tekur við starvinum 1. apríl.
Hon varð sett í starvið í oktober í fjør, og skuldi taka við á nýggjárinum.
Men hon kundi ikki byrja í embætinum fyrr enn 1. apríl.
Tí heitti formansskapurin hjá løgtinginum á Sólju í Ólavsstovu um at halda fram til 1. apríl. Og hon játtaði.
Sólja í Ólavsstovu hevur verið Løgtingsins umboðsmaður síðani 2006.
Hanna Vang tekur við starvinum sum Løgtingsins umboðsmaður 1. apríl. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV