- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldur í Baki
Eldur í Baki
Eldurin slóknaði, motorurin varð tendraður aftur, og Bakur helt síðani leiðina fram
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fb36ecb9caedc865f183e1cb6509a548.png?itok=pSXwWExt)
Fráboðanin um eldin kom í klokkan tíggju í gjárkvøldið, og 40 minuttir seinni helt Bakur leiðina fram
31.03.2021 - 08:42
Í gjárkvøldið kom eldur í maskinrúmið á trolaranum Baki, sum varð staddur stutt eystan fyri Eystnes á veg til fiskiskap.
Teir skalkaðu maskinrúmið og sløktu motorin.
Eldurin slóknaði, motorurin varð tendraður aftur, og Bakur helt fram til fiskiskap.
Fráboðanin um eldin kom klokkan tíggju í gjárkvøldið, og 40 minuttir seinni helt Bakur leiðina fram.
Tjaldrið lá hjá Baki eina løtu, upplýsir Vørn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV