- Tíðindi, mentan og ítróttur
Telja aftur hvalir í 2024
Fyrsta hvalateljingin var í 1987. Síðani hava fimm verið, og Føroyar hava verið við hvørja ferð.
Á ársfundinum løgdu Føroyar fram uppskot um at skipa fyri ráðstevnu í 2022 um havsúgdjór, hval og kóp, sum mat. Uppskotið varð samtykt.
Føroyar høvdu formansskapin í Nammco frá 2019 til nú, Noreg tekur við. Kate Sanderson var forkvinna í Nammco.
Føroyar hava havt formansskapin síðani 2019
Bjarni Mikkelsen er formaður í vísindanevndini í Nammco. Føroyar hava síðani 2019 havt formansskapin í vísindanevndini og hava hann til 2022.
Umframt Føroyar eru Noreg, Ísland og Grønland í Nammco, sum varð stovnaður í 1992.
Londini leggja áherðslu á 14. heimsmálið hjá Sameindu tjóðum,, sum er at varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.
Kanada, Danmark, Japan, Russland og USA eru eygleiðaralond í Nammco.