Huawei-málið: Landsstýrið slept fútabanninum

Huawei-málið: Landsstýrið slept fútabanninum
Nú sleppur almenningurin at hoyra upptøkuna, har tað kom fram, at kinesiski sendimaðurin í Danmark legði trýst á løgmann um at velja Huawei
 
29.03.2021 - 12:20

Landstýrið hevur nú slept fútabanninum móti Kringvarpinum í Huawei málinum, har tað kom fram, at kinesiski sendimaðurin í Danmark legði trýst á løgmann, um at velja Huawei, sum veitara til føroyska 5G samskiftisnetið.

Landsstýrið hevur slept málinum um upptøkurnar í sonevnda Huawei-málinum, og harvið er fútabannið móti upptøkunum slept.

Talan er um upptøkuna, ið so nógv hevur verið tosað um í hálvtannað ár, men almenningurin enn ikki hevur hoyrt, tí hon hevur verið fevnd av einum fútabanni hjá landsstýrinum. 

Landsstýrismaðurin og aðalstjórin tosa saman í upptøkuni

Upptøkan í sonevnda Huawei-málinum, sum so fekk nógva umrøðu í bæði føroyskum, donskum, men eisini í altjóða miðlum í desember 2019. 

Talan er um eina samrøðu millum Herálv Joensen, aðalstjóra í Vinnumálaráðnum, og Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, har Herálvur Joensen kunnar landsstýrismannin um ein fund, sum kinesiski sendiharrin í Keypmannahavn hevði havt við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, og Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum.

Kinesiski sendiharrin legði trýst á løgmann

Í samrøðuni, sum fer fram i gongini uttan fyri skrivstovuna hjá Helga Abrahamsen mánadagin 2. desember 2019, fortelur aðalstjórin, at kinesiski sendiharrin hevði lagt trýst á løgmann fyri at fáa Føroya Tele at velja kinesiska Huawei sum veitara av 5G-netinum í Føroyum.

Um Føroyar og Føroya Tele velja Huawei, so vóru allar dyr opnar fyri einari sera lønandi fríhandilsavtalu millum Føroyar og Kina. 

 >> SÍ EISINI Huawei-málið: Her eru upptøkurnar, tú ikki hoyrdi

Samstundis greiðir Herálvur Joensen Helga Abrahamsen frá, at bæði danska Verjumálaráðið og kanska eisini Forsætismálaráðið hava sagt við føroysku uttanríkistænastuna, at tað var best, um Føroyar Tele ikki velur Huawei sum 5G-veitara.

Orsøkin til, at upptøkan endar hjá Kringvarpi Føroya, er, at Dagur og vika skuldi gera eina samrøðu við Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, um Føroya Tele og samstarvið við Huawei. 

Einki fæst at vita frá fundi

Beint áðrenn samrøðan skal byrja, og myndatólið er tendrað og mikrofonin sett á landsstýrismannin, rópar Herálvur Joensen Helga Abrahamsen út á gongina, fyri at kunna hann um fundin við kinesiska sendiharran. Alt hetta hendir, meðan myndatólið hjá Degi og viku tekur alla samrøðuna upp. 

 >> SÍ EISINI Kringvarpið fingð fútabann

Kringvarpið ætlaði at senda samrøðuna í Degi og viku sama kvøld, mánakvøldið 2. desember, fútabann varð sett fyri, at Kringvarpið kundi senda upptøkuna. Men nú hevur landsstýrið slept málinum móti Kringvarpinum, og harvið er fútabannið eisini slept. 

Kinesiski sendiharrin í Keypmannahavn hevur verið í Føroyum og havt fund við løgmann og landsstýrismannin, sum varðar av Føroya Tele, men einki fæst vita, hvat fundurin snúði seg um, tí fútabann er sett fyri tí. Vinnumálaráðið bað um fútabannið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681