- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myanmar: Minst 100 mótmælisfólk dripin leygardagin

Trygdardeildir í Myanmar drupu í minsta lagi 100 mótmælisfólk í gjár, skrivar Reuters, sum endurgevur miðlar í Myanmar.
ST-aðalskrivarin, António Guterres, sigur, at drápini kunnu ikki góðtakast. Harðir samanbrestir hava verið millum trygdardeildir og mótmælisfólk, síðani herurin tók valdið í landinum 1. februar.
Meting: Umleið 300 mótmælisfólk dripin
Herurin ávaraði frammanundan um, at mótmælisfólk fóru at verða skotin, um tey ikki gevast við mótmælunum. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, rósti fólkinum í Myanmar fyri at berjast móti hernaðarstýrinum.
– Vit eru skelkað av blóðbaðnum, sum trygdardeildir í Myanmar fremja, og sum vísa, at hernaðarstýrið ofrar mannalív fyri at tæna teimum fáu, skrivar Antony Blinken á Twitter.
Hildið verður, at herurin hevur dripið umleið 300 mótmælisfólk, síðani hann tók valdið í Myanmar 1. februar. Myanmar er fyrrverandi Burma, og landið broytti navnið í 1989.