- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ben Arabo ikki longur nevndarformaður
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-08-11-14h55m54s818.png?itok=paR_T0ub)
Ben Arabo er ikki longur nevndarformaður í BankNordik.
Eftir aðalfundin í gjár skipaði nýggja nevndin seg við Sverre Bjerkeli sum formanni og Jóhonnu Lava Køtlum sum næstforkvinnu.
Tey eru bæði nýggj í nevndini, og Michael Ahm er eisini nýggjur nevndarlimur í BankNordik.
Ben Arabo, sum hevur verið formaður, er nú nevndarlimur. Jógvan Jespersen heldur eisini fram sum nevndarlimur.
Av teimum, sum sótu í nevndini, stillaðu bara Ben Arabo og Jógvan Jespersen uppaftur.
Kenneth M. Samuelsen, Rúna Hentze og Alexander Johansen eru starvsfólkaumboð í nevndini.
Aðalfundurin samtykti at gjalda partaeigarunum fimm krónur í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Tað eru tilsamans 48 milliónir kr.
700 milliónir í eyka vinningsbýti
Ben Arabo segði í formansfrágreiðingini til aðalfundin í gjár, at søluavtalan við Spar Nord um BankNordik í Danmark, er so mikið góð, at bankin hevur umleið 700 milliónir kr. í yvirdekningini, sum verða goldnar út í eyka vinningsbýti.
Ætlanin er at gjalda 450 milliónir kr. í eyka vinningsbýti seinni í ár og 250 milliónir aftrat í 2022 og 2023, um Fíggjareftirlitið gevur loyvi til tess.
Virkisøkið hjá BankNordik verður nú burturav í Føroyum og Grønlandi.