- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðurstøðin verður veðurstova
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vedurstodin_0.png?itok=JCR5UBAP)
Nú verður sjøtul settur á at menna og dagføra eina nøktandi føroyska veðurtænastu, skrivar Vørn.
Løgtingið hevur hækkað játtanina til veðurtænastuna.
Veðurmenningarbólkurin hevur nú saman við Vørn gjørt uppskot um eina verkætlan, við støði í frágreiðingini, sum varð handað táverandi landsstýrismanni fiskivinnumálum í apríl 2019.
Tveir veðurfrøðingar
Í fyrsta umfari verður lýst eftir tveimum veðurfrøðingum. Seinni í ár verður miðað eftir at seta deildarleiðara og onnur starvsfólk. Fyribils skal veðurmenningarbólkurin virka sum ráðgevi hjá Vørn.
Høvuðsdeild og vaktarstova vera fyrstu tíðina á veðurstøðini oman fyri Boðanes í Havn.
Veðurstøðin er umvæld seinnu árini, og verður nýtt sum høvuðsdeild hjá Veðurstovuni.
Fyrireikingar verða nú gjørdar, so veðurfrøðingar kunnu byrja arbeiðið í næstum, í fyrsta umfari til venjingar og upplæring, men sum frálíður við at gera føroyskur veðurvánir umframt granskingar- og menningararbeiði, sigur Vørn.