Vilja hava neyvari hagtøl um matvørubanka

Vilja hava neyvari hagtøl um matvørubanka
Samgonguumboðini í Vinnunevndini mæla frá at samtykkja uppskotið hjá Ingilín Didriksen Strøm
Ingilín Didriksen Strøm Í Javnaðarflokkinum eigur uppskotið um matvørubanka
 
25.03.2021 - 10:07

Neyv hagtøl skulu á borðið fyrst, áðrenn støða kann takast til ein matvørubanka.

Tað siga umboðini hjá samgonguni í Vinnunevndini hjá løgtinginum um uppskotið hjá Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum um matvørubanka.

Tey siga, at eingi neyv tøl siga, hvussu nógvur matur fer til spillis.

Hesi tølini mugu fáast fyrst, áðrenn avgjørt verður, um matvørubanki ella okkurt annað skal stovnast.

Samgongan mælir frá at samtykkja uppskotið um matvørubanka.

Meirilutin í Vinnunevndini, sum andstøðan eigur, mælir til at samtykkja uppskotið. 

Upplýst verður í álitinum hjá Vinnunevndini, at landsstýrið arbeiðir við einari kunngerð um burturkast, sum millum annað umfatar matoyðsl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646