- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Vansorgan, Sjálvstýri og Solberg
Breddin: Vansorgan, Sjálvstýri og Solberg
Trý evni eru í sendingini í dag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kari_5.png?itok=_N0w1hk5)
Í Breddanum í dag verður samrøða við Kára P. Højgaard, virkandi formann í Sjálvstýri, sum hevur landsfund um vikuskiftið
25.03.2021 - 14:09
Umleið 120 børn eru sett heiman, tí tey hava verið fyri vansorgan. Eru tað ov mong ella ov fá, og virkar skipanin, sum hon skal?
Sjálvstýri hevur landsfund um vikuskiftið, men hvussu er støðan í flokkinum ein góðan mánað eftir, at gamli formaðurin mynstraði av skútuni.
Norska løgreglan kannar Ernu Solberg, forsætisráðharra, fyri brot á koronutilmæli í sambandi við, at hon helt 60 ára føðingardag. Hvat ger tað við útlitini hjá teimum borgarligu at varðveita stjórnarvaldið eftir stórtingsvalið í heyst?
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV