270 umbønir um CPR-tal

270 umbønir um CPR-tal
Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni
Ríkisumboðið hevur fingið 270 umbønir um CPR-tal og 102 um NemID
 
24.03.2021 - 09:22

Áhugin fyri at fáa sær CPR-tal er ikki eingin.

Til 11.mars hevði Ríkisumboðið fingið 270 umbønir um CPR-tal.

Frá 22. februar til 11. mars fekk Ríkisumboðið 102 umbønir um NemID.

Tað upplýsir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann.

Hann spurdi, um tað er rætt at eggja og vegleiða fólki til at fáa sær danskt NemId, nú føroyski talgildi samleikin er komin.

Løgmaður svarar, at NemId verður brúkt til at samskifta við onnur lond.

Talgildi samleikin verður brúktur í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646