- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskotið um veiðigjaldslóg sent til hoyringar

Samgongan sigur, at uppskotið miðar eftir at dagføra skipanina, so veiðigjøldini fylgja gongdini í vinnuni. Veiðigjøldini verða løgd á uppsjóvarfisk, tó ikki á lodnu, og botnfisk í Barentshavinum.
Saman við lógaruppskotinum er tilmælið, sum ein arbeiðsbólkur gjørdi frá september til desember í fjør.
Í arbeiðsbólkinum, sum landsstýrið setti, vóru fólk frá Fíggjarmálaráðnum, Taks, Vørn, Reiðarafelagnum og Nótaskipum.
Vænta at fáa 314 milliónir í 2021
Landsstýrið væntar at fáa 314 milliónir krónur í ár. Tá eru taldar við inntøkur frá trý ára og átta ára rættindum, sum vórðu seld á uppboði í 2018 og 2019.
Annars eru inntøkurnar mettar at verða 250 milliónir krónur um árið. Av tí at eingin makrelur er fiskaður í ES sjógvi í ár, verður roknað við lægri miðalprísi enn vanligt fyri makrel frá 1. juli 2020 til 30. juni 2021.
Hetta kann ávirka veiðigjaldsinntøkuna fyri makrel, so hon verður minni í 2021 og 2022.
Minni gjald til landið
Landsstýrið sigur eisini, at í 2022 fara trý ára rættindi, sum vóru seld í 2019, frá at rinda uppboðssølugjald til at rinda veiðigjald.
Í 2026 og 2027 fara átta ára rættindi, sum vóru seld í 2018 og 2019, frá at rinda uppboðssølugjald til at rinda veiðigjald.
Hetta merkir minni gjald til landið, okkurt um 40 milliónir krónur. Landsstýrið mælir til, at hendan skipanin verður eftirmett í 2025, tað er áðrenn uppboðsølugjøldini frá átta ára loyvunum detta burtur.