Meistarar: Lóg um elinnlegging er PR-stunt

Meistarar: Lóg um elinnlegging er PR-stunt
Handverksmeistarafelagið sigur bart út, at nú skulu útisiglarar sleppa at gera ininstallatiónir, meðan teir eru heima
Handverksmeistarafelagið vil hava uppskotið um at løggilda elinnleggjarafyritøkur til hoyringar av nýggjum
Mynd: Savnsmynd  
 
23.03.2021 - 09:40

Handverksmeistarafelagið fýlist á, at nýggja uppskotið um løgtingslóg um at løggilda elinnleggjarafyritøkur ikki er sent til hoyringar av nýggjum. 

Nógvar broytingar eru gjørdar í uppskotinum. Og málið átti tí at verið kannað nærri og betur lýst, siga handverksmeistarar.

Felagið hjá teimum spyr, hví kravið um fastan bústað í Føroyum er strikað.

Felagið sigur eisini, at fólk skulu vera útbúgvin elektrikari fyri at kunna gerast elinnstallatørur.

PR-stunt

Handverksmeistarafelagið kallar tað eitt PR-stunt at kalla frítíðarløggildingar fyri hjávinnuløggildingar.

Tað er bæði ótrygt og kappingaravlagandi at geva hjávinnuelinnleggjarum linari krøv, heldur Handverksmeistarafelagið.

Felagið sigur bart út, at endamálið er vist, at útisiglarar skulu sleppa at gera elinstallatiónir, meðan teir eru heima.

Hjávinnuelinnleggjarar hava fulltíðarstarv aðrastaðni og hava ikki útreiðslurnar, sum vinnurekandi hava, sigur Handverksmeistarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646