- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brendu 5.000 tons av húsarhaldsburturkasti
Brendu 5.000 tons av húsarhaldsburturkasti
Tað ber ikki til neyvt at siga, hvussu nógvar matleivdir eru í posunum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/2a4f99d0ae9c72def07ba3bac3a5d81a.png?itok=RcGi8_7a)
Meira enn 5.000 tons av húsarhaldsruski fóru í ovnin á Hjalla í fjør
23.03.2021 - 09:26
Brennistøðin á Hjalla brendi 5.217 tons av húsarhaldsburturkasti, tað eru gráu posarnir, í fjør.
Men ikki ber til at siga neyvt, hvussu nógvar matleivdir eru í posunum.
Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur spurt, tí nevndin viðger eitt uppskot um matvørubanka í løtuni.
Brennistøðin hevur svarað, at kanningar, sum eru gjørdar í Tromsø, siga, at 46 prosent av húsarhaldsruskinum eru matleivdir.
Húsarhaldsburturkastið, sum brennistøðin á Hjalla fær, er nakað tað sama seinastu árini. Tað er góð 5.000 tons um árið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV