- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Norðurlandaráð, veðurlag og val í Ísrael
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nordurlandaradid_0.png?itok=UmbqUYFq)
Er Norðurlandaráðið bert ein kaffiklubbi við ongari ávirkan, ella er tað eitt meiningsfult samstarv tvørtur um landamark?
Vit nýta Norðurlandadagin í dag sum høvi at hyggja nærri at norðurlendska samstarvinum, og hvønn týdning tað hevur fyri okkum.
Grønt orkuskifti
Skulu Føroyar røkka grønu málunum, sum nýggja uppskotið um veðurlagslóg leggur upp til, má ferð setast á grøna orkuskiftið.
Og tað krevur, at politikarar, vinnan og einstaklingar velja grønar loysnir í framtíðini.
Men er ein hugburðsbroyting nóg mikið til at røkka grønu málinum í 2030, ella mugu sterkari amboð, sum t.d. avgjøld og forboð, til?
Fjórða valið í tvey ár
Fyri fjórðu ferð síðstu tvey árini er val til ísraelska tingið, Knesset.
120 umboð skulu veljast, og enn einaferð er Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, høvuðspersónur í valstríðnum.
Og hann fyllir so mikið nógv, at valið í stóran mun snýr seg um, hvør styðjar Netanyahu, og hvør vil fella hann.
Vit tosa við John Rajani, sum er føroyskur sendimaður í Ísrael.