- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avhoyra Solberg fyri brot á koronutilmæli

Norska løgreglan avhoyrir Erna Solberg, forsætisráðharra, í sambandi við eina veitslu á Geilo herfyri, har nógv fólk var í veitslu.
Í síðstu viku fór løgreglan undir kanningar um brot á smittuverndarásetingarnar, í sambandi við 60 ára føðingardagsveitsluna hjá Ernu Solberg á Geilo.
Maður Ernu Solberg, Sindre Finnes, verður eisini avhoyrdur.
Tá ið kanningar og avhoyringar eru lidnar, fer ákæruvaldið at taka støðu til, um ákæra skal reisast, upplýsir norska løgreglan fyri VG.
Higartil er eingin skuldsettur.
Ikki biðið um advokathjálp
Sambært VG, hava hvørki Erna Solberg ella maður hennara, sum varð avhoyrdur í gjár, biðið um advokathjálp.
Erna Solberg hevur skrivað á Facebook um mistøkini í sambandi við veitsluna, m.a. at 14 í familjuni vóru í EINARI íbúð á gistingarhúsinum.
- Tað eru fýra ov nógv. Vit áttu ikki at gjørt tað, og eg átti at havt steðgað tí. Tað gjørdi eg ikki, og eg kann bara biðja um umbering, skrivar Erna Solberg.