- Tíðindi, mentan og ítróttur
Apple bót fyri ikki at geva løðara við

Brasilskir myndugleikar hava givið tøknirisanum, Apple, meira enn 11 milliónir krónur í bót, tí felagið í fjør koyrdi nýggju iPhone12 á marknaðin uttan at leggja løðara saman við telefonini.
Tá telefonin varð send út á marknaðin avgjørdi Apple, at hvørki løðari ella oyratelefonir skuldu fylgja við. Apple kann kæra dómin, skrivar tek.no
Minni dálking kann ikki prógvast
Grundgevingin var, at flestu brúkarar hava fleiri USB-løðarar heima, og at tað fór at minka um dálkingina og gera eskjuna, sum telefonin liggur í, minni.
Brasilsku myndugleikarnir siga, at Apple hevur ikki kunnað prógvað, at broytingin hjá teimum hevur nakra ávirkan á umhvørvið, og at avgerðin er brot á brasilska brúkaraverndarlóg.
– Apple má virða og skilja brasilskar brúkaralógir og stovnar, sigur Fernando Capez, stjóri í brúkarastovninum, Procon-SP, sum eisini gav Apple bót fyri at villeiða brúkarar um, hvussu vatntøtt iPhone er, skrivar Macrumors.