Magnus Heinason verður lagdur

Magnus Heinason verður lagdur
Støða er ikki tikin til, hvat skal gerast við gamla havrannsóknarskipið
Magnus Heinason verður lagdur, tá hann kemur inn av Føroya banka
 
22.03.2021 - 10:07

Tá gamla havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, kemur inn av Føroya banka nú fyrst í vikuni, fer hann ikki út aftur fyri Havstovuna.

Hann verður lagdur.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at ikki er gjørt av enn, hvussu verður við skipinum.

Bygdur í 1978

Magnus Heinason er bygdur í 1978, og tað er Landsstýrið, sum eigur Magnus Heinason.

Nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, riggar nú til at fara til árligu millumlanda svartkjaftakanningarnar.

Hann hevur verið á beding í Havn, tí hann fekk ein skaða á skrúvuna.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155