Lógir fara úr gildi, tá samdøgrið byrjar

Lógir fara úr gildi, tá samdøgrið byrjar
Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni hevur fingið at vita, at somu reglur galda í Føroyum sum í Danmark
Lógartænastan í Tinganesi hevur fingið at vita, at har fara lógir úr gildi, tá samdøgrið byrjar. Og soleiðis skal eisini vera í Føroyum
 
22.03.2021 - 08:58

Fer ein sólsetursáseting úr gildi, tá samdøgrið byrjar, ella tá tað endar?

Tann spurningin hevur Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni viðgjørt.

Og niðurstøðan er, at lógir, sum hava sólsetursáseting, fara úr gildi, tá samdøgrið byrjar.

Lógartænastan hevur fingið at vita frá Civilstyrelsen í Danmark, at har fara lógir úr gildi, tá samdøgrið byrjar.Og soleiðis skal eisini vera í Føroyum.

Ikki afturvirkandi

Lógartænastan heldur tó ikki, at hetta skal vera galdandi fyri tær lógir, sum longu eru komnar í gildi.

Eingin ivi er um, at ætlanin er, at tær eru galdandi, til samdøgrið endar.

Tað er tó rætturin, sum endaliga avger, nær lógir fara úr gildi, tá samdøgrið byrjar ella, tá tað tað endar. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646