Gera ikki meira við arbeiðsvanlukku á Hústoft

Gera ikki meira við arbeiðsvanlukku á Hústoft
Ein maður doyði, tá dumparin, sum hann koyrdi, fór útav og koppaði
Arbeiðsvanlukkan var á Hústoft í januar í fjør og kravdi eitt mannalív
 
22.03.2021 - 18:00

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann ikki staðfesta, at manglar vórðu við arbeiðsumhvørvinum, tá ein arbeiðsvanlukka á Hústoft á Lambareiði í januar í fjør endaði við, at ein maður doyði.

Vanlukkan hendi, tá dumparin, sum maðurin koyrdi, fór útav og koppaði.

Eftirlitið sigur, at tey hava kannað málið, og eingir manglar eru við arbeiðsumhvørvinum, sum vóru atvoldin til vanlukkuna.

Ábendingar eru um, at dumparin hevur havt ov nógva ferð, tá hann hevur bakkað, og er farin útav..

Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger ikki meira við málið, og fer heldur ikki at mæla fútanum til at gera meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155