- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týsk ferðafólk streyma til Mallorka

Ferðafólk úr Týsklandi streyma í løtuni til sponsku feriuoynna Mallorka.
Tað skrivar almenna norska kringvarpið NRK.
Tað hendir eftir, at myndugleikarnir í Týsklandi í vikuni strikaðu Balearoyggjarnar og nøkur støð í Spania av listanum av vandamiklum ferðamálum vegna smittuvanda.
Hetta merkir, at týsk ferðafólk kunnu ferðast til Balearoyggjarnar uttan at tey noyðast í sóttarhald við heimkomu.
Lágprísflogfelagið Eurowings lá ikki leingi á boðunum. Flogfelagið hevur boðað frá, at tað flýgur 300 túrar millum Týskland og Mallorka á páskum.
Stjórnin í Týsklandi heitti fyrr í vikuni á fólk um ikki at fara uttanlands, eftir at tað gjørdist greitt, at nógvir týskarar brúktu høvið til at fara til sponsku oyggjarnar, nú kravið um sóttarhald er slept.
Samstundis, sum týsk ferðafólk streyma til oyggjarnar, hava myndugleikarnir í Spania sett í verk innanríkis ferðabann, sum fyribils er galdandi til eftir páskir.