- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undir illgruna fyri at bróta koronutilmæli

Løgreglan í Noregi fer nú at kanna, um forsætisráðharrin, Erna Solberg, breyt koronutilmælini, tá hon herfyri fylti 60 ár.
- Vit seta kanningar í verk, eftir at málið hevur verið umrøtt í fjølmiðlunum, og eftir at Solberg sjálv eisini hevur úttalað seg í málinum.
Tað sigur Øyvind Aas, økisleiðari hjá løgregluni í Buskerud, við norska kringvarpið, NRK.
Sambært skuldsetingunum, vóru meira enn 10 fólk savnað samstundis, tá forsætisráðharrin fylti 60 ár 24. februar.
Kann verða revsað
Løgreglan er nú farin at savna upplýsingar, so ákæruvaldið kann taka støðu til, um ákæra skal reisast ímóti forsætisráðharranum.
Málið er óvanligt, og tað er ikki óhugsandi, at Erna Solberg verður revsað, verður hon funnin sek í bróta galdandi koronutilmælini.
- Tað er eitt álvarsmál, at forsætisráðharrin sjálv hevur brotið reglurnar um smittuverju, sigur Hans Frederik Marthinussen, professari á universitetinum í Bergen.
Professarin í løgfrøði heldur, at forsætisráðharrin mest sannlíkt fær bót, tí meira enn 10 fólk vóru í føðingardegnum, sum um tað mundið var meira, enn reglurnar loyvdu.
Sjálv heldur Erna Solberg ikki, at hon hevur brotið reglurnar um smittuverju, men at tað "bara" var í stríð við tilmælini hjá stjórnini.