- Tíðindi, mentan og ítróttur
Torkil V. Rasmussen nýggjur deildarstjóri
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/torkil_v._rasmussen.jpg?itok=-uQm_AIe)
Torkil Vestergaard Rasmussen er settur sum deildarstjóri á Mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Hann tekur við eftir Martin Næs, sum gavst fyri aldur í fjør.
Deildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikk-fyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi á mentanarøkinum, sum fevnir um mentan, list, mentanararv, søvn, ítrótt, fjølmiðlar, kirkju og onnur trúarsamfeløg.
Torkil V. Rasmussen er 37 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur í 2012 frá Københavns Universitet, umframt at hava tikið onnur viðkomandi skeið.
Hann hevur átta ára royndir sum fulltrúi í Landsfyrisitingini, harav fimm ár í Mentamálaráðnum, har hann m.a. hevur arbeitt við løgfrøði á mentanarøkinum og sum ráðgevi hjá leiðsluni.
Hann hevur servitan um upphavsrætt, ið er av stórum týdningi fyri mentanarvirksemi, sigur Mentamálaráðið.
Torkil V. Rasmussen hevur eisini undirvíst á Fróðskaparsetrinum og skrivað greinar í viðurkendum løgfrøðiligum tíðarritum.
Torkil V. Rasmussen tekur við starvinum tann 1. mai 2021.