- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinna forseti í Tansania

Tanzania hevur fingið sín fyrsta kvinnuliga forseta, skrivar NTB.
Í morgun varð 61 ára gamla, Samia Suluhu Hassan, tikin í eið sum forseti, eftir at 61 ára gamli forsetin, John Pombe Magufuli, brádliga doyði mikudagin.
Hassan var varaforseti hjá Magufuli.
Hann doyði mikudagin av hjartatrupulleikum á einum sjúkrahúsi í høvuðstaðnum, Dar es Salaam.
Vildi ikki góðtaka koronu
Tíðindi ganga um, at Magufuli doyði av koronu, men tey tíðindini vil stjórnin ikki vátta. Hann var millum teirra, sum søgdu, at koronasmittan ikki hevði nógv upp á seg, og at fólk ikki áttu at vera bangin fyri koronu.
Stjórnin vísir øllum spurningum frá sær, um orsøkina til at 61 ára gamli forsetin doyði, men vísir á, at talan var um hjartatrupulleikar.