- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava fólkaatkvøðu um vindmyllur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-01-29-08h50m08s251.png?itok=KRoONG-8)
Tordur Niclasen, fyrrverandi borgarstjóri á Eiði, mælir til, at eiðisfólk fáa høvi at siga sína hugsan um vindmyllulundina á vegleiðandi fólkaatkvøðu.
Tað ger hann í opnum brævi til Eiðis bygdaráð.
Tordur Niclasen skrivar millum annað soleiðis:
- At ein hagapartur, grundað á peningaligan vinning í einum leigumáli, møguliga tekur undir við ætlaðu verkætlan, er kanska ikki at undrast á.
- Tað sum ikki má henda, er, at ein avmarkaður privatur eigaraskarði, møguliga við vinningi fyri eygað, verður avgerðandi í hesum stórmáli, sum viðkemur øllum borgarunum á Eiði.
Tí mælir Tordur Niclasen bygdaráðnum á Eiði til at spyrja fólkið í kommununi, áðrenn avgerð verður tikin.