- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trivnaðarnevndin tekur undir við bústaðarpakkanum

Øll í Trivnaðarnevndini taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um bústaðarpakkan, men nevndin hevur kortini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta, tí tey hava uppskot um onkrar broytingar, sum ikki eru tey somu hjá øllum.
Í meirilutanum eru samgongufólkini.
Í minnilutanum eru Javnaðaðarflokkurin og Tjóðveldi.
Um tær 450 milliónir krónurnar, sum Húsalánsgrunnurin kann lána, nevnir minnilutin, at 250 milliónir krónur skulu brúkast til at fíggja bústaðabygging kring landið.
Landið er ein heild
Men landið er ein heild, og ikki býtt í øki, har treytirnar eru ymiskar, um grundarlag er fyri kapping.
Viðvíkjandi serligum málbólkum skal landsstýrisfólkið og Húsalánsgrunnurin gera avtalu um, hvørjar bústaðaverkætlanir skulu gerast. Minnilutin mælir frá at broyta stýrið hjá Bústøðum, so fimm stýrislimir vera í staðin fyri tríggir.
Meirilutin sigur, at landsstýrisfólkið kann loyva Húsalánsgrunninum at fara undir verkætlanir einsamallur, um eingin áhugi er hjá íleggjarum at vera við, ella trupult er at fáa semju við íleggjarar.
Trivnaðarnevndin viðgjørdi málið á sjey fundum.