- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsætisráðharrin vann valið

Forsætisráðharrin í Hollandi, Mark Rutte, hevur lýst seg sjálvan vinnara eftir valið til lóggávutingið í Hollandi, sum endaði í gjár.
Flokkurin hjá Rutte verður sambært fyribils uppteljingum størsti flokkurin á valinum, skrivar tíðindastovan, AFP.
Flokkurin "Frælsi og fólkaræði" fær umleið 23 prosent av atkvøðunum, og fer úr 33 upp í 35 tingfólk, vísa uppteljingar hjá sjónvarpsstøðuni, NOS.
Mark Rutte hevur verið forsætisráðharri í Hollandi seinastu 10 árini, og hann stendur nú á odda fyri eini starvsstjórn, tí stjórnin fór frá í januar.
25.000 familjur skuldsettar fyri svik
Tað hendi eftir eina gølu um barnapengar, tá 25.000 familjur av órøttum vórðu skuldsettar fyri svik. Men líkt er ikki til, at gølan hevur kostað Mark Rutte atkvøður.
Forsætisráðharrin segði í gjárkvøldið, at hann gleðir seg til tey næstu árini, har størsta uppgávan verður at endurbyggja landið eftir koronukreppuna.
Vanliga er valið í Hollandi bara ein dag, men korona gjørdi, hesa ferð høvdu valhølini opið í tríggjar dagar.
Valluttøkan var 81 prosent, ljóðar ein fyribils meting.