- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskaparráðið: Ferðavinnan má fáa hjálp
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ferdafolk_kvinna_vid_myndatoli.jpg?itok=hCbxktxT)
Búskaparráðið væntar, at føroyski búskapurin kemur heilt fyri seg aftur næsta ár.
Búskaparráðið metir, at búskapurin veksur 4,6 prosent í ár. Afturgongdin í fjør var minus 4,8 prosent í leypandi prísum.
Eftirspurningurin og keypiorkan vuksu í Føroyum í fjør.
Í ár fara útflutningsvinnurnar so líðandi at sleppa inn aftur á útlendsku marknaðirnar, samstundis sum útlendsk ferðafólk aftur sleppa til Føroya.
Vit koma tó helst inn í 2022, áðrenn hetta hevur lagað seg heilt, sigur Búskaparráðið.
Mæla til hjálparpakka
Í ferðavinnuni er vandi fyri, at fyritøkur kunnu fara á húsagang, um tær missa eitt summar afturat.
Búskaparráðið mælir tí landsstýrinum til at fyrireika ein hjálparpakka til ferðavinnuna, um ikki verður latið upp fyri ferðafólki í summar.
Búskaparráðið mælir eisini til, at almenni raksturin og íløgurnar hvørki vaksa ella minka.
Brúk er fyri einari støðugari langtíðar íløgu- og rakstrarætlan.
Fleiri pengar úr vinnuni
Ráðið mælir til, at fleiri pengar verða tiknir frá teimum, sum hava brúksrættin til tilfeingið í fiskivinnuni og alivinnuni.
Og Búskaparráðið heldur eisini, at inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna skulu tillagast, tá ræður um tørvin á vælferðartænastum í framtíðini, tí demografiin broytist.
Búskaparráðið leggur nú klokkan tíggju fram várfrágreiðingina.
Hetta er seinasta frágreiðingin hjá hesum Búskaparráðnum.