Øll nevndin verður afturvald

Øll nevndin verður afturvald
Bakkafrost hevur aðalfund 9. apríl
Rúni M. Hansen er nevndarformaður í Bakkafrosti. Skotið verður upp, at øll nevndin verður afturvald á aðalfundinum
 
17.03.2021 - 08:43

Valnevndin hjá Bakkafrosti mælir til, at allir nevndarlimirnir verða afturvaldir á aðalfundinum 9. apríl.

Í nevndini eru Johannes Jensen, Annika Frederiksberg, Einar Wathne, Øystein Sandvik og Teitur Samuelsen.

Formaður er Rúni M. Hansen.

Í valnevndini standa Leif Eriksrød og Eyðun Rasmussen fyri vali. Mælt verður til, at teir verða afturvaldir.

Valnevndin skjýtur eisini upp, at Gunnar í Liða verður afturvaldur til formann í valnevndini.  

Nevndin fer at skjóta upp á aðalfundinum, at vinningsbýtið verður 3,65 krónur fyri partabrævið, tilsamans 216 milliónir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050