- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland letur upp fyri koppsettum ferðafólkum

Ísland ætlar at lata landið upp fyri fólkum, sum eru liðugt koppsett, ella hava havt COVID-19 smittuna, og sum eru komin fyri seg aftur.
Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.
Tíðindini um, at landið ætlar at lata landamørkini upp fyri hesum fólkunum, bórust í gjár eftir ein fund hjá stjórnini.
Tað rætta at gera
- Hetta er tað rætta at gera, sum støðan er í løtuni, sigur Þórdís Kolbrún R. Gylfadóttir, ráðharri í vinnu- og ferðavinnumálum.
Hon sigur, at tíðindini eru umráðandi fyri ferðavinnuna, so fólk, sum ikki koma úr teimum 26 Schengen-londunum í Evropa, eisini kunnu sleppa til Íslands.
Fleiri onnur lond í Evropa umhugsa eisini at lata landamørkini upp fyri fólkum, sum annaðhvørt eru liðugt koppsett, ella hava havt koronusmittuna, og eru komin fyri seg aftur.