Danir lidnir at koppseta 25. juli

Danir lidnir at koppseta 25. juli
Heilsustýrið hevur dagført koppsetingarætlanina
Danskir heilsumyndugleikar hava fleiri ferðir broytt koppingarætlanina, men nú væntar Heilsustýrið, at allir danir eru liðugt koppsettir 25. juli
 
17.03.2021 - 14:40

Gongst sum ætlað, verða øll í Danmark koppsett tann 25. juli.

Heilsustýrið hevur dagført koppsetingarætlanina.

Tey eldru og tey, sum eru í vandabólki, eru øll koppsett um góðar tvær vikur, fyrst í apríl.

Koppseta eftir aldri

Síðani verður koppsett eftir aldri. Fyrst tey í aldursbólkinum millum 65 og 74 ár. Og tey seinastu, sum eiga tørn, eru tey millum 30 og 34 ár. Tey eru liðugt koppsett tann 25. juli, gongst sum ætlað.

Danska koppsetingarætlanin er annars broytt fleiri ferðir.

Higartil eru 4,6 prosent av fólkinum liðugt koppsett.

Í Danmark eru nú færri enn 200 fólk innløgd við koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117