- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samanlegging skal tryggja burðardygga flogvinnu

Í dag verða íslendsku flogfeløgini Icelandair og Air Iceland Connect løgd saman. Samanleggingin hevur verið fyrireikað í fleiri mánaðir. Í einum tíðindaskrivi siga feløgini, at:
"Endamálið við samanleggingini flogfeløgunum er at tryggja eina burðardygga framtíð fyri íslendsku innanríkisruturnar umframt ruturnar í útnorði, og samstundis at styrkja og rationalisera raksturin hjá felagnum sum heild."
Hava flogið til Føroya
Air Iceland Connect æt fyrr Flugfélag Íslands og tók sær av íslendsku innanríkisrutunum umframt Grønlandi og Føroyum.
Í 2017 skifti felagið navn til Air Iceland Connect, og undir tí navninum hevur felagið røkt flogrutur til Akureyri, Egilsstaðir, Ísafjørð, Keflavík og Reykjavík umframt til Kulusuk, Nuuk, Ilulisaat og Narsarsuaq í Grønlandi.
Tær ruturnar skal Icelandair nú røkja. Air Iceland Connect hevur eisini havt eina sonevnda code-share avtalu við Atlantsflog.