984 vilja sleppa í miðnámsskúla

984 vilja sleppa í miðnámsskúla
781 hava søkt á gymnasialu breytirnar og 203 á yrkisnám
Tilsamans hava 984 søkt at sleppa á miðnám eftir summarfrítíðina. Henda myndin er av næmingin á Miðnámi í Vestmanna
 
16.03.2021 - 12:52

984 umsóknir eru um at sleppa í miðnám næsta skúlaár.

Hetta eru fleiri enn í ár, tá 919 umsóknir vóru.

984 er tó ikki nakað met. Umsóknirnar hava verið heilt uppi á 1200. Tað var í 2015.

203 søkt um yrkisnám

Av teimum 984 umsøkjarunum hava 781 søkt á gymnasialu breytirnar og 203 á yrkisnám.

Og aftur í ár eru tað fleiri gentur enn dreingir, sum hava søkt inn á miðnám. Í ár eiga genturnar 54 prosent av umsóknunum. 

Umsøkjarar fáa svar fríggjadagin 23. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947