Ross úr ES skulu koppsetast fyri herpes

Ross úr ES skulu koppsetast fyri herpes
Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at alt mál gerast fyri at sleppa undan sjúkum, ið ross kunnu bera inn í landið
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til, at ross, sum verða innflutt til Føroya, verða koppsett fyri herpes og kannað fyri skógarmottu
Mynd: Savnsmynd  
 
15.03.2021 - 14:34

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir nú til, at øll ross, ið skulu innflytast til Føroya úr ES, verða koppsett fyri rossaherpes - tað sum eisini eitur EHV-1 og EHV-4 - rossainfluensu og stívkrampa, áðrenn tey koma til landið.

Eisini verður mælt til at kanna rossini fyri skógarmottur  - tað, sum á donskum eitur skovflåt - og taka tær burtur, áðrenn rossið kemur til Føroya.

Heilsufrøðiliga starvsstovan skrivar, at ross í fleiri londum í Evropa hava verið sjúk av "rossaherpes", og at neyðugt hevur verið at avlíva nøkur av teimum. 

Fýra sløg

Tað eru fýra sløg av rossaherpes, men í hesum førinum er talan um Equin herpes-virus 1 (EHV-1), sum er tað slagið, ið kann elva til ta ringastu sjúkuna.

EHV-1 kann geva fepur, sjúku í andaleiðini og lammilsi, og kann føra til, at kvidnar ryssur kasta burtur. Í ringasta føri mugu rossini avlívast. Hetta er ein sjúka, sum vit ikki síggja í Føroyum, men sum er vanlig í øðrum londum.

Skógarmottur kunnu bera ymiskar sjúkur við sær, ið kunnu smitta bæði fólk og djór, og alt má gerast fyri at sleppa undan hesum sjúkum í Føroyum.

Eingin heilivágur

Eingin góðkendur heilivágur er at viðgera skógarmottu á rossum, og tí verður mælt til at kanna rossini væl, og taka allar skógarmottur burtur av rossunum, áðrenn tey verða innflutt til Føroya.

Tilráðingin at koppseta ross, ið skulu innflytast úr ES, fyri rossaherpes og rossainfluensu, er at verja einstaka rossið, men serliga fyri at tryggja, at smittandi sjúkur ikki verða bornar til landið, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117