Fólk í Havn eta sjáldan ræstan fisk

Fólk í Havn eta sjáldan ræstan fisk
Fólk á bygd eta nógv oftari ræstan fisk enn fólk í høvuðsstaðarøkinum, vísir ein kanning um matvanar hjá Fólkaheilsuráðnum
 
15.03.2021 - 07:58

Í miðal eta 29 prosent av fólkunum í Havn, Argjum og Hoyvík ræstan fisk minst einaferð um mánaðin. Tað er kortini styttri ímillum, at fólk uttan fyri Havnina eta ræstan fisk.

Tey, sum oftast eta ræstan fisk, eru fólk í Sandoy og Suðuroy, har 51 prosent av teimum spurdu siga seg eta ræstan fisk minst einaferð um mánaðin.

Í Vágum er talið 45 prosent, í Norðuroyggjum er talið 41,5 prosent og í Eysturoy er talið 40 prosent, sambært kanningini um matvanar hjá Fólkaheilsuráðnum.

Sætta hvørt fólk, 16,7 prosent, av teimum spurdu í kanningini siga seg sjáldan ella ongantíð eta ræstan fisk. 2.744 fólk svaraðu spurninginum í matvanakanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117