- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bøta um Glyvra skúla í stigum
Bøta um Glyvra skúla í stigum
Framsíðurnar, fasadurnar, á Glyvra skúla, sum varð bygdur seinast í 50árunum, verða nú umvældar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/glyvra-skuli2-900x444.jpg?itok=7lqu2hI_)
15.03.2021 - 06:22
Sáttmálar fyri millum 800 og 900.000 krónur tilsamans eru gjørdir við smápartafeløgini Ingolf Hansen, Byggiverk og málarameistaran Signar á Fríðufløtum.
Skúlin er gamal, bygdur seinast í 50árunum. Men tá avgjørt varð, at hann framhaldandi kann og skal brúkast til skúla, varð ein ætlan løgd um at bøta um hann í stigum.
Tvær millónir krónur eru brúktar um árið hesi seinastu árini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV