- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki samband millum USA og Norðurkorea

Einki samband hevur verið millum USA og Norðurkorea í ein mánað. USA hevur í fleiri umførum roynt at fáa diplomatiskt samband við Norðurkorea, sigur ein embætismaður, sambært Reuters.
Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, hevur síðani miðskeiðis í februar roynt at fáa samband við Norðurkorea, men higartil til fánýtis.
Sambært embætismanninum, sum Reuters endurgevur, letur tað ikki til, at diplomatiskar samrøður hava verið millum londini bæði í umleið eitt ár.
Umsitingin hjá Biden fámælt
Boðini koma undan vitjanini hjá amerikansku ráðharrunum í uttanríkismálum og verjumálum, sum vitja í Suðurkorea og Japan í næstu viku.
Eitt av málunum, sum fer at verða umrøtt, er stúranin um kjarnorkuætlanirnar hjá Norðurkorea, meta eygleiðarar undan stjórnarfundinum millum londini.
Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, er fámælt, og sigur einki alment um politisku viðurskiftini millum USA og Norðurkorea, skrivar Reuters.
Skýrir Kim Jong-un brotsmann
Joe Biden legði undir forsetavalstríðnum ikki fingrarnar ímillum og hann skýrdi Kim Jong-un, leiðara í Norðurkorea, ein brotsmann.
Tá segði Joe Biden, at hann ikki vildi hittast við leiðaran í Norðurkorea, so leingi Kim Jong-un ikki vil minka um kjarnorkuna hjá landinum.
Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, er í løtuni í ferð við at dagføra uttanríkispolitikkin hjá landinum við Norðurkorea.