TAKS: Samherji má hava misskilt okkurt

TAKS: Samherji má hava misskilt okkurt
Sjálvandi verður málið kannað av TAKS, sigur stjórin á TAKS, eftir at Samherji í dag segði TAKS hava váttað fyri sær, at eingin kanning er í gongd
 
13.03.2021 - 20:43

Fyri fyrstu ferð síðani sendingin, Teir ómettiligu, var send týskvøldið, hevur Samherji i dag gjørt viðmerking til málið. 

Samherji sigur á heimasíðu sínari, at fyritøkan hevur fingið váttað frá TAKS, at eingin kanning er í gongd í Føroyum av Samherja. Hendan útsøgnin kemur í kjalarvørrinum av sendingini, Teir ómettiligu, sum eisini hevur verið lýst í íslendskum miðlum. 

Men Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, skrivar í viðmerking á Facebook í kvøld, at útsøgnin hjá Samherja ikki er sonn. Hann skrivar, at sjálvandi verður málið, sum var umrøtt í sendingini, kannað av TAKS.

Eg havi ikki á nakran hátt váttað fyri Samherja í Íslandi, at nakað verður øðrvísi enn tað, eg segði í Degi og viku. Talan má vera um onkra misskiljing, skrivar Eyðun Mørkøre í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155