Samherji verður ikki kannað fyri skattaundandrátt

Samherji verður ikki kannað fyri skattaundandrátt
Íslendska samtakið Samherji skrivar í tíðindaskrivi í dag, at stjórin í Taks hevur váttað, at tað ikki verður kannað fyri skattaundandrátt í Føroyum
 
13.03.2021 - 16:32

Samherji verður ikki kannað av skattamyndugleikunum í Føroyum. 

Hetta skrivar íslendska samtakið í tíðindaskrivi í dag. 

Hósdagin var Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, annars gestur í bæði Breddanum og Degi & Viku í Kringvarpinum fyri at umrøða málið um, at føroyska felagið, Tindhólmur, er blivið brúkt av Samherja til at sleppa undan skatti av hýrum í Namibia. 

Í Degi og viku segði Eyðun Mørkøre, at málið kundi enda sum politimál: 

Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, um Tindhólm

Brot á góðan fjølmiðlasið

Íslendskir fjølmiðlar hava endurgivið samrøðuna við Eyðun Mørkøre, stjóra í Taks, og sagt, at málið hjá Samherja nú verður kannað í Føroyum.

Men í tíðindaskrivi í dag avsannar Samherji, at samtakið verður kannað í Føroyum. Samherji skrivar, at hetta hevur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, váttað skrivliga fyri samtakinum. 

Samherji finnist serliga at íslendska kringvarpinum, RÚV, fyri tíðindini. RÚV hevur snarað og mistulkað orðini hjá Eyðuni Mørkøre, skrivar Samherji, og so hevur RÚV eisini brotið leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið, tí Samherji varð ikki spurt um eina viðmerking í sambandi við søguna.  

Kringvarpið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Eyðuni Mørkøre, stjóra í TAKS, men tað hevur ikki eydnast í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369