- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu gjalda til 1. september
Skulu gjalda til 1. september
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum um, at ferðandi skuldi gjalda fyri koronukanning

Fíggjarnevndin mælir til, at ferðandi skulu gjalda fyri koronukanning til 1. september og ikki til nýggjárs, sum landsstýrið skeyt upp
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)
12.03.2021 - 08:48
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við, at tey, sum koma til Føroya, skulu gjalda 312 krónur fyri koronukanning.
Lógin sigur nú, at hetta er galdandi til 1. april. Men Fíggjarmálaráðið vil hava hetta longt til nýggjárs.
Fíggjarnevndin sigur tó, at kravið um tær 312 krónurnar bara skal vera galdandi til 1.september og ikki til 1. januar 2022.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV