Koppsetingin í gjár setti met

Koppsetingin í gjár setti met
760 koppsetingar vóru í gjár
3.931 fólk eru liðugt koppsett fyri koronu
 
12.03.2021 - 11:48

Ein nýggj sending við koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech kom við flogfarinum mikukvøldið, og í gjár varð koppsetingin tikin uppaftur.

Tilsamans vóru 760 koppsetingar í gjár, og tað er met, skrivar korona. fo.

638 fólk fingu fyrra prikið, og 122 fólk fingu seinna prikið.

Búfólk og heimabúgvandi

Fyrrapartin í gjár vórðu búfólk og avvarðandi á bústovnum hjá Almannaverkinum í Runavík, Klaksvík og í Havn koppsett. Seinnapartin vórðu m.a. fólk 65 ár og eldri, sum eru búgva heima, og fáa persónliga røkt, koppsett á á teimum trimum sjúkrahúsunum. 

Nú eru íalt 8.832 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4.901 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. Tað eru 9,2 prosent av fólkatalinum

3.931 fólk hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett. Tað eru 7,4 prosent av fólkatalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117