- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klaksvíkar kommuna í Talgildu Føroyum
Klaksvík er nú eisini partur av Talgildu Føroyum.
Í dag skrivaðu Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, undir avtalu um Talgildu Føroyar.
Hvannasunds kommuna hevur eisini gjørt avtalu av sama slag.
Klaksvíkar kommuna og Hvannasunds kommuna rinda tilsamans tvær milliónir og 780.000 krónur fyri at vera við.
Frammanundan eru 16 kommunur í Talgildu Føroyum.
45.000 fólk
Gott 5.300 fólk búgva í Klaksvíkar kommunu og 400 fólk í Hvannasunds kommunu. Nú fevnir kommunala samstarvið við Talgildu Føroyar um tilsamans 45.000 fólk.
Samleikin og Vangin vórðu tikin í nýtslu í oktober í fjør. 14.000 fólk hava skrásett sær Samleikan, og kunnu brúka tænasturnar hjá teimum sjey veitarunum, sum er á Vanganum í løtuni.
Fíggjarmálaráðið sigur, at harumframt hava fleiri fyritøkur og stovnar áhuga at nýta loysnirnar til egnar tænastur.